
Bæði liðini hava yvir tíggju sigrar á rað, og tey stríddust eisini til tað síðsta um týska meistaraheitið. Hetta vann Füchse, sum eisini vann, tá liðini hittust seinast - 21. mars.
Magdeburg hevur vinnararoyndir úr Köln. Liðið vann Champions League í 2023, og Gisli Kristjansson og nógvir av hinum eru framvegis har. Í gjár vísti Magdeburg stóra styrki við at basa Barcelona í hálvfinaluni-
Sí eisini: Füchse Berlin skal spæla finalu móti Magdeburg
Týska liðið fekk nakað av "hjálp" við tað, at Barcelona fekk trý reyð kort og tvey í sama álopi, tá undir tveir minuttir vóru eftir av dystinum.
Tað kann tó eisini í roynd og veru hava verið ein hjálp fyri Füchse, at Mathias Gidsel fekk reytt kort eftir átta minuttir í gjár. - Tað var ikki líka elegant uttan Gidsel, staðfesti Hákun West av Teigum fyri Portalinum. Tó vann Füchse við heili tíggju málum á Nantes, og tað eigur at vera ein fyrimunur, í mun til dystin í dag, at heimsins besti spælari fekk so at siga hvílt kroppin í gjár.
Júst Mathias Gidsel kann verða púra avgerandi í dag, tá týska høvuðsstaðarfelagið fer eftir at vinna Champions League á fyrsta sinni. Magdeburg hevur stórar prfilar sum Magnus Saugstrup og Gisla Kristjansson.
Hákun West av Teigum verður í dag fyrsti føroyingur, sum fer at spæla eina Champions Leaague-finalu. 23-ára gamli landsliðsprofilurin fer eftir øllum at døma at byrja inni á høgra vongi. Hann skoraði uppá bæði síni skot í hálvfinaluni í gjár.
Hákun West av Teigum á gólvinum í Köln, har hann í dag skal spæla sín helst størsta dyst higartil (Mynd: EPA)
Sí eisini:
- Hákun er dugnaligur, treiskur og ein fyrimynd
Hákun hevur dugað væl at funnið fram til, hvat tað besta var fyri hann
- Tað verður allarhelst ein tøtt finala
Finalan byrjar klokkan 17 føroyska tíð. DR2 byrjar at senda hálvan tíma áðrenn. TV3 MAX og Viaplay vísa eisini finaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald