Hondbóltur

Füchse Berlin byrjaði við sigri í Leipzig

Heimaliðið kroysti Hákun West av Teigum og liðfelagarnar heilt til seinastu sekundini. Hákun spældi allan 2. hálvleik í álopinum men nart ikki nógv við bóltin.

Hákun West av Teigum kom so at siga ikki í skotstøðu í kvøld, tá hann spældi sín fyrsta Bundesliga dyst (Mynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum kom so at siga ikki í skotstøðu í kvøld, tá hann spældi sín fyrsta Bundesliga dyst (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-28 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin var tað Elias Ellefsen á Skipagøtu, og í dag var tað javngamli Hákun West av Teigum. Hoyvíkingarnir hava verið liðfelagir á nógvum ymiskum stigum - nú hava teir báðir 21-ára gomlu føroyingarnir spælt fyri fyrstu ferð í Bundesliguni.

Hákun og Füchse Berlin vóru í leiklutinum sum rímiliga greiðir favorittur á útivølli móti Leipzig í kvøld, í síðsta dystinum í 1. umfari. Füchse var eisini á odda so at siga allan vegin, men heimaliðið helt sambandið, og fekk stóran spenning í síðstu løtuna.

Stutt fyri hálvleik var útiliðið á veg avstað, men so fór munurin niður á tvey mál. Hann var fimm mál í løtum eftir steðgin, men skeivar avgerðir í álopinum og manglandi mótstøðuføri og bjargingar í hinum endanum gjørdu, at tað næstan gjørdist javnt aftur. 

Leipzig spældi væl, tað kókaði í fullsettu høllini, men síðstu løtunu vóru donsku bakkarnir hjá Füchse avgerandi. Toppskjúttin Lucas Andersson og Mathias Gidsel skoraðu samanlagt 17 mál, og lívligi Gidsel stongdi hurðina í síðsta minutti, tá hann økti til 29-31. 

[object Object]
Danin Mathias Gidsel gjørdi aftur bart í kvøld (Mynd: EPA)

Beint áðrenn hevði Hákun West av Teigum havt sína einastu skotroynd. Høgri vongurin avloysti tíðarinnar toppskjútta í Bundesliguni, Hans Lindberg, til 2. hálvleik. Stórir skógvar at fylla hjá Hákuni, men spælið háttaði seg ikki so, at bóltarnir komu út har í kvøld.

Tá ein hálvur minuttir var eftir, var tað meira tilvild, at Hákun West av Teigum fekk skotið. Støðan gjørdi, at hann ikki fekk lopið heilt inn og nýtt sítt sterka fráspenni. Norski málverjin, Sæverås, bjargaði væl, men bólturin fór út til innkast. Harvið eitt nýtt álop til Füchse við hálvum minutti eftir á klokkuni, og Gidsel gagnnýtti hetta harvið.

Tvey stig á útivølli og fyrstu minuttirnar í Bundesliguni undir beltið til Hákun West av Teigum. Liðið spælir aftur á útivølli fríggjakvøldið - í Stuttgart.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder