Í 1. umfari í bólkaspælinum vann Veszprem 32-31 í Berlin, og harvið skuldi týska høvuðsstaðarfelagið á talvuna í gjár, tá vitjað varð í Norðurmakedónia.
Heimaáskoðarnir gjørdu sítt, men Eurofarm Pelister er als ikki á sama stigi sum Veszprem, og Füchse spældi ein klókan dyst. Sum vanligt gingu danirnir í bakketuni, Lasse Andersson og Mathias Gidsel, á odda, og Füchse Berlin vann 30-22.
Tað var Tobias Reichmann, sum spældi á høgra vongi - allan dystin. Eins og móti Vezprem fekk Hákun West av Teigum ongan leiklut. Royndi týski høgri vongurin skoraði trý mál, meðan 22-ára gamli hoyvíkingurin sat á bonkinum og hugdi at.
Hákun spældi annars fullan dyst í Bundesliga-sigrinum á Leipzig sunnudagin. Tá skoraði føroyingurin fimm mál. Sunnudagin 22. september verður føroyingauppgerð móti Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf.
Hákun og Vilhelm hittast um vikuskiftið (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald