Fótbóltur

Fult umfar á skránni leygardagin

Nógvur fótbóltur verður í fremstu mansdeildini seinnapartin og út á kvøldið í morgin, har nakrir greiðir favorittar eru.

Martin Klein Joensen - her sum Víkingur í dysti móti B68 - skal í morgin spæla móti barndómsfelagnum á Svangaskarði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Martin Klein Joensen - her sum Víkingur í dysti móti B68 - skal í morgin spæla móti barndómsfelagnum á Svangaskarði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-25 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

6. umfar var skírisdag, og 2. páskadag var steypafótbóltur. Í morgin, leygardagin 26. apríl, er aftur Betrideildarfótbóltur hjá monnum

7. umfar í Betrideildini
Í morgin, leygardagin 26. apríl

15.00: FC Suðuroy - KÍ
17.00: B68 - Víkingur
18.00: HB - TB

18.30: 
07 Vestur - B36
EB/Streymur - NSÍ

Stigatalvan eftir 6. umfar
1. NSÍ 18 stig 
2. KÍ 18 stig
3. HB 12 stig
4. B36 10 stig
5. EB/Streymur 7 stig
6. FC Suðuroy 6 stig
7. Víkingur 5 stig
8. TB 5 stig
9. B68 4 stig
10. 07 Vestur 1 stig

Sum heild eru nógvir ógvuliga greiðir favorittar. Tann mest spennandi dysturin á pappírinum og eftir stigatalvuni er tann á Svangaskarði.

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðuni hjá Portalinum. Televarpið vísir dystirnar
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder