Tað er tætt ímillum dystirnar í Betrideildini nú, og í morgin, mikudagin 12. apríl, spæla øll liðini.
Talan er um umfarið, sum varð útsett fyri einum mánaði sínum.
| 2. umfar, 12.apríl - umfar nummar fýra | |||||
| TB | – | HB | |||
| AB | – | KÍ | |||
| ÍF | – | EB/Streymur | |||
| B36 | – | 07 Vestur | |||
| B68 | – | Víkingur | |||
Í tveimum teimum fyrstu dystunum eru útliðini risafavorittar. Tað eru tey bæði liðini við fullum stigatali, sum vitja hjá teimum, ið eru uttan stig.
B36 er greiður favorittur á heimavølli móti 07 Vestur, tó at vágamenn helst kunnu bjóða meira av enn TB og AB. Hinir dystirnir síggja meira tættir út á pappírinum - serliga tann í Fuglafirði.
Støðan í Betrideildini eftir trý umfør
1. KÍ 9 stig
2. HB 9 stig
3. Víkingur 6 stig
4. B36 6 stig
5. EB/Streymur 6 stig
6. 07 Vestur 4 stig
7. ÍF 3 stig
8. B68 1 stig
9. AB 0 stig
10. TB 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald