Hondbóltur

Fylg hondbóltinum á Portalinum

Á fyrsta sinni ber til at fylgja gongdini í øllum dystunum í bestu hondbóltsdeildunum í Føroyum.

Soleiðis fer at síggja út á Portalinum sunnudagin tá fleiri hondbóltsdystir vera

Soleiðis fer at síggja út á Portalinum sunnudagin tá fleiri hondbóltsdystir vera

2024-09-12 18:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðsta vikuskiftið varð hondbóltsárið bríkslað í gongd. Nakað, sum eisini varð bíkslað í gongd, var livescore á Portalinum fyri føroyskan hondbólt.

Tað er í samstarvi við Hondbóltssambandið og OAK House, sum hevur ment dómaraseðilskipanina, at nýggja tænastan er ment.

Hetta er gjørt, tí tað hevur manglað eitt stað, har tað ber til at fylgja gongdini í dystum, sum eru í gongd kring landið. Hetta fer uttan iva at vera ein stór hjálp hjá hondbóltsføroyum, og kann vónandi kveikja áhugan fyri hondbólti hjá fleiri.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Vit hava seinasta árið ment fótbóltspartin í okkara livescore-skipan, sum koyrir í samstarvi við Dystir.fo, og nú hondbólturin er lagdur afturat, verða uppaftur fleiri betringar.

Á forsíðuni á Portalinum síggjast altíð dagsins dystir í fremstu deildunum í bæði fótbólti og hondbólti, men á Roysni.fo ber til at blaða aftur og fram í døgum og síggja úrslit eins og komandi dystir.

Fylg við á Portalinum.

[object Object]Um ein ikki er áhugaður í at síggja úrslitini frá einari deild, ber til at fjala dystirnar við at trýsta á breddan omanfyri dystirnar (Skíggjamynd: Roysni.fo)

[object Object](Skíggjamynd: Roysni.fo/Portal.fo)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder