Síðsta vikuskiftið varð hondbóltsárið bríkslað í gongd. Nakað, sum eisini varð bíkslað í gongd, var livescore á Portalinum fyri føroyskan hondbólt.
Tað er í samstarvi við Hondbóltssambandið og OAK House, sum hevur ment dómaraseðilskipanina, at nýggja tænastan er ment.
Hetta er gjørt, tí tað hevur manglað eitt stað, har tað ber til at fylgja gongdini í dystum, sum eru í gongd kring landið. Hetta fer uttan iva at vera ein stór hjálp hjá hondbóltsføroyum, og kann vónandi kveikja áhugan fyri hondbólti hjá fleiri.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Vit hava seinasta árið ment fótbóltspartin í okkara livescore-skipan, sum koyrir í samstarvi við Dystir.fo, og nú hondbólturin er lagdur afturat, verða uppaftur fleiri betringar.
Á forsíðuni á Portalinum síggjast altíð dagsins dystir í fremstu deildunum í bæði fótbólti og hondbólti, men á Roysni.fo ber til at blaða aftur og fram í døgum og síggja úrslit eins og komandi dystir.
Fylg við á Portalinum.
Um ein ikki er áhugaður í at síggja úrslitini frá einari deild, ber til at fjala dystirnar við at trýsta á breddan omanfyri dystirnar (Skíggjamynd: Roysni.fo)
(Skíggjamynd: Roysni.fo/Portal.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald