
Undankappingin í Champions League hjá kvinnum fer í gongd í dag, og EBS/Skála er í Tallinn og skal fyrst royna seg ímóti BIIK Kazygurt.
Les eisini: Champions League: EBS/Skála skal í eldin
Mótstøðuliðið í dag hevur vunnið meistaraheitið í Kasakstan seks ár á rað, og talan verður um torførar uppgávur komandi dagarnar hjá føroyski greipuvinnarunum, ið eru við í Champions League annað árið á rað.
Hetta eru tey í føroysku leguni greið yvir: Í gjár varð sagt úr Estlandi, at alt má ganga upp í eina hægri eind hjá liðnum, ið skal spæla sera klókt fyri at fáa gott úrslit í dag.
Til ber at fylgja gongdini í dystinum á uefa.com
Liðið sum byrjar hjá EBS/Skála (4-1-4-1):
Anna Súnadóttir Hansen, Katrina Svartá Hansen, Mirjam Huneck Danielsen, Lea Lisberg, Durita Mikkelsen - Rúna Olsen - Silja Augustinussen, Kára Djurhuus, Ansy Sevdal Jacobsen (L), Randi Fagradal . Bjarta Djuhuus
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald