Hondbóltur

Fylg við fyrra EM-fyrireikingardystinum á FM1 og á Portalinum

Føroyar og Italia spæla við Tjarnir klokkan 19 - FM1 sendir upptakt frá klokkan 18 og sigur frá dystinum. Portalurin hevur beinleiðis blogg við teksti og myndum - aftaná verður tikið samanum.

Seinast Føroyar spældu við Tjarnir, eydnaðist at tryggja sær 1. plássið í EM-undankappingarbólkinum við tryggum sigri á Ukraina. Her fegnast lyklaspælarin Teis Horn Rasmussen um eitt av sínum málum (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast Føroyar spældu við Tjarnir, eydnaðist at tryggja sær 1. plássið í EM-undankappingarbólkinum við tryggum sigri á Ukraina. Her fegnast lyklaspælarin Teis Horn Rasmussen um eitt av sínum málum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-09 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 19 spæla Føroyar og Italia fyrra fyrireikingardystin undan EM-endaspælinum, sum bæði liðini skulu til í næstu viku.

Italia vitjar, eins og til HM-undankappingina fyri trimum árum síðani í Føroyum. Hetta verður fyrsta EM-endaspælið hjá landinum síðani tað á heimavølli í 1998.

Føroyar eru við aðru ferð á rað. Dystirnir móti italiumonnum eru týðandi á fáa í beinini undan tí, sum kann væntast at verða eitt tætt og spennandi bólkaspæl í Bærum í Oslo-útryðuni. Har eru Føroyar í bólki við Sveis, Montenegro og Slovenia - tvey lið koma víðari til miðumfari.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skal tó framvegis ikki spæla hondbólt. Føroyski spælskiparin verður spardur í kvøld sum tann einasti í 18-mans hópinum. Vónin er at nummar 71 er tøkur um eina viku, tá Sveis er á skránni í fyrsta EM-dystinum.

Sí eisini: Elias:- Økslin hevur tað betri og betri fyri hvønn dyst

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu rennur fyri seg sjálvan til venjing týsdagin - eisini í dag skal profilurin venja sjálvur (Mynd: Sverri Egholm)

FM1 sendir frá høllini við Tjarnir frá klokkan 18. Pætur Nolsøe, Andrias Eriksen og Tormóður Petursson Djurhuus fara at hita upp til dystin og EM, og frá stutt áðrenn klokkan 19 sigur Pætur Nolsøe frá tí, sum hendir. 

Lurta eftir fm1.fo her - ella á vanligu frekvensunum

Eftir dystin vera samrøður á bæði FM1 og á Portalinum. Beinleiðis bloggur við "livescore", teksti og myndum koyrir á Portalinum undir dystinum móti Italia

Tað er næstan útselt til dystin, ið byrjar klokkan 19.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder