Steypakappingin hjá monnum 2023 fer av bakkastokki fríggjakvøldið. Klokkan 18 fara tveir dystir í gongd. Annar er við Løkin, har MB úr 2. deild vitjar, og hin er í Sarpugerði, har nógvir havnarmenn vera til staðar.
Hetta er annar av stórdystunum í umfarinum. Hin byrjar eitt samdøgur seinni: Í Gundadali millum B36 og KÍ. Spennandi verður um B36 fær gjørt nakað við KÍ, har svongdin at vinna steypakappingina er stór, eins og tað kvøldið fyri verður spennandi um steypavinnararnir megna at spæla seg víðari móti sterka HB-liðnum.
Tvær aðrar beinleiðis Betrideildaruppgerðir eru í umfarinum. Tær byrja báðar klokkan 15. TB tekur ímóti B68, og 07 Vestur vitjar í Fuglafirði.
AB og EB/Streymur skulu dystast móti liðið úr ávíkavist 2. deild og 1. deild - á ávíkavist heimavølli og útivølli - og Skála og B71 spæla fríggjakvøldið eina reina 1. deildaruppgerð á Skála.
Rættað: 17.35
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Fríggjadagin 21. apríl
18.00:
Víkingur - HB
NSÍ - MB
19.00:
FC Hoyvík - EB/Streymur
Skála - B71
Leygardagin 22. apríl
15.00:
TB - B68
ÍF - 07 Vestur
16.00: AB - FC Suðuroy
18.00: B36 - KÍ
Skrá: fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald