Víkingur og HB dystast um 4. plássið. Trý lið kunnu enda á 7. plássi. Hetta er tað, sum greiða skal fáast á í dag í mun til stigatalvuna. Annars snýr tað seg hjá liðunum um at enda væl. FSF gav mánadagin liðunum møguleikan at áseta dystirnar í 27. umfari sjálvi, av tí at bert ein dystur í dag hevur veruligan týdning, og eingin annar dystur ávirkar FM-stríðið millum B36 og KÍ. Annars er vanligt, at allir dystir í seinasta umfari skulu spælast samstundis. Øll heimaliðini hava tikið avgerðina um at avgreiða dystirnar tíðliga á degnum.
Adeshina Lawal heldur eftir øllum at døma ikki fram í Víkingi, ið er javnt í stigum við HB
Nakrir venjarar og leikarar takka fyri seg. Mest merkisvert er, at tað er seinasti dystur hjá Heimir Guðjónssyni í HB, og allarhelst eisini hjá Lasse T. Andersen og møguliga nøkrum við honum.
Heimir kundi við kappingarenda í fjør fegnast um søguligt FM-gull. Í ár vann hann Løgmannsteypið við HB. Nú fer dugnaligi íselendski venjarin úr HB og úr Føroyum
Kappingarneytin um 4. Plássið hevur eisini ein venjara, sum ikki heldur fram í felagnum. Sámal Erik Hentze boðaði í vikuni frá, at nýggjur sáttmáli ikki verður gjørdur. Maðurin ið førdi Víking til FM-heitini í 2016 og 2017 er ein møguligur avloysari hjá Heimir. Tað er greitt, at Heðin Hansen fer aftur til HB. Hanus Jacobsen hevur boðað frá, at hann gevst á hægsta stigi, og sambært bolt.fo heldur Adeshina Lawal heldur ikki fram í Sarpugerði. Hetta er møguliga eisini seinasti dystur hjá Atla Gregersen fyri Víking og á hægsta stigi yvirhøvur. 37-ára gamli liðformaðurin steðgar á landsliðinum, men hevur ikki tikið endaliga støðu um sína framtíð í liðfótbólti. Vikingur skal fáa eitt betri úrslit í Trongisvági, enn HB fær á Argjum, um teir ljósabláu skulu enda á 4. Plássi, ið tó ikki gevur atgongd til nakað sum helst.
Peder Nersveen hevur verið stinnur á miðvøllinum hjá NSÍ í ár
Við Løkin spælir norski miðvallarin Peder Nersveen allarhelst sín seinasta dyst í føroyskum fótbólti, og tað ljóðar eisini, at Betuel Hansen ikki heldur fram í NSÍ komandi kappingarár. Runavíkingar kunnu enda væl við einum sigri og harvið uppnáa sítt hægsta tal av stigum síðani FM-árið í 2007, tá NSÍ fekk 61 stig. ÍF kann forða fyri hesum, men ÍF hevur bert fingið seks stig í á: fýra móti EB/Streym á útivølli og tvey móti TB á heimavølli. Hetta ger tó ikki, at fuglfirðingar flyta niður aftur, tí 07 Vestur megnaði ikki at enda í topp-trý í 1. Deild.
Nógv bendir á, at Eyðun Klakstein í dag fyri seinastu ferð skal standa á odda fyri Skála (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er nakað av óvissu um venjara og hóp í EB/Streymi og serliga á Skála, har tos um fíggjarligar trupulleikar og avbjóðingar hava verið seinastu tíðina. Skála var á odda í Betrideildini eftir fimm umfør, men hevur verið í ongamannlandi áleið helmingin av kappingarárinum. Felagið hevur bert ein sáttmála uppá pláss til komandi ár, og tað tykist nærum heilt víst, at venjarin Eyðun Klakstein ikki heldur fram men fer at taka við eftir Bagga í Sarpugerði. EB/Streymur kann við sigri á Skála við hjálp frá Víkingi og HB yvirhála TB og AB, og so er 7. plássi í hús.
Vit fylgja við til tað seiansta í Betrideildini og dagføra støðuna frá teimum fýra fyrstu dystunum, ið vit so eisini taka samanum, áðrenn brakið í Gundadali verður klokkan 15. Har eru vit sjálvandi eisini við.
27. og seinasta umfari í Betrideildini
26. oktober
12.00:
Skála - EB/Streymur
AB - HB
12.30:
NSÍ - ÍF
13.00:
TB - Víkingur
15.00:
B36 - KÍ
Støðan:
1.KÍ (63 stig)
2.B36 (63 stig)
3. NSÍ (54 stig)
4. HB (48 stig)
5. Víkingur (48 stig)
6. Skála (34 stig)
7. AB (21 stig)
8. TB (19 stig)
9. EB/Streymur (18 stig)
10. ÍF (6 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald