Annað

Fýra fimleikarar til Finnlands at kappast

Útlitini eru góð sigur Fimleikasambandið. Tey fýra far at kappast um Norðurlendska meistaraheitið.

(Mynd: Fimleikasamband Føroya)

(Mynd: Fimleikasamband Føroya)

2023-05-18 14:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun fór Fimleikasambandið til Helsinki í Finnlandi við fýra ungum fimleikarum. Tað eru Anna Sofía Bjarnastein Højsted, Mia Højgaard, David Hallson Dalsgard og Ari Poulsen, sum fara at umboða Føroyar í vikuskiftinum til NM, har tey fara at kappast um Norðurlendska meistaraheitið. NM er ein amboðskapping fyri Junior og Youth.

Venjarnir sum fara við eru Rúni Lamhauge frá Støkk, og Camelia M Mindricel frá Havnar Fimleikafelag.

Tá Fimleikasambandið fer til eina kapping sum hesa, skulu dómarar altíð vera við, og á hesum sinni er tað ein av okkara altjóða dómarum, Anna Margit Dalsgaard Thomsen, sum kemur at døma á kvinnusíðuni. 

- Útlitini eru góð, so vit gleða okkum at síggja, hvussu tað fer at gangast okkara fimleikarum. Fimleikasambandið ynskir teimum bestu eydnu til kappingina, skrivar fimleikur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder