Fótbóltur

Fýra føroyskir dómarar á vitjan hjá Gunnari Vatnhamar

Landsliðsspælarin hevur Conference League uppgávu í Reykjavík í kvøld. Jóhan Hendrik Ellefsen (dómari), Dan Højgaard og Jørleif Djurhuus (hjálpardómarar), umframt Dagfinn Forná (4. dómari) leiða dystin.

Jóhan Hendrik Ellefsen gjørdist FIFA-dómari tíðliga í fjør og hevur síðani havt nakrar uppgávur (Mynd: Sverri Egholm)

Jóhan Hendrik Ellefsen gjørdist FIFA-dómari tíðliga í fjør og hevur síðani havt nakrar uppgávur (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-25 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gunnar Vatnhamar fær vitjan av fleiri gomlum kenningum í Reykjavík í kvøld. Ikki tí hann kennir nakran hjá albanska KF Egnatia, sum Víkingur Reykjavík skal royna at sláa út, men tí at ein føroysk dómarakvartett er á staðnum.

Tað eru Jóhan Hendrik Ellefsen, Dan Højgaard, Jørleif Djurhuus og Dagfinn Olsen, sum skulu leiða Conference League-dystin.

Fyrstnevndi fara at renna inni á vøllinum. 36-ára gamli miðvingurin gjørdist FIFA-dómari tíðliga í 2023 og hevði nakrar altjóða uppgávur í fjør.

Dan og Jørleif fara at hava flagg í hond í "Víkini", og hava rituvíkingurin og maðurin av Morskranesi heilt fitt av royndum í slíkum dystum.

Tann mest royndasti av hesum er Dagfinn Forná, sum skal hava skil á bonkunum báðum og samstundis hjálpa eitt sindur við dømingini. Hann er, eins og Dan Højgaard, úr Rituvík.[object Object]Dan Højgaard, annar av hjálpardómarunum í Íslandi í kvøld (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]
Í síðstu viku var Heini Ziskason Viðoy í evropeiska eldinum - í kvøld er tað Jóhan Hendrik Ellefsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík taptu fyri írsku meistarunum Shamrock Rovers í 1. umfari í Champions League. Harvið stendur íslendski greipuvinnarin nú í 2. umfari í Conference League og skal vinna samanlagt á KF Egnatia fyri at halda lív í evropeiska summarinum. 

Víkingur er favorittur í kvøld og skal royna at fáa gott útgangsstøði. Føroysku dómararnir skulu royna at koma væl frá uppgávuni í Íslandi.

Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder