Annað

Fýra føroyskir svimjarar skulu til HM á stuttgeil

Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Isak Brisenfeldt, og Líggjas Joensen skulu kappast í Budapest 10. og 15. september. Ein vón er at fáa eina liðsvimjing í topp-32.

Í síðstu viku vórðu Líggjas Joensen og Lea Osberg Højsted kosin sum ársins svimjarar í Føroyum (Mynd: svimjing.com)

Í síðstu viku vórðu Líggjas Joensen og Lea Osberg Højsted kosin sum ársins svimjarar í Føroyum (Mynd: svimjing.com)

2024-11-20 12:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á HM á stuttgeil 2024, sum verður í Budapest í Ungarn hin 10. til 15. desember 2024:

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS): Lea Osberg Højsted (2008, Ægir): Isak Brisenfeldt (2006, HS) og Líggjas Joensen (2008, Ægir)

Hetta skrivar svimjing.com.

Øll hesi fýra hava tikið av. Elisabeth Erlendsdóttir og Líggjas Joensen hava, sum sæst omanfyri, seinast umboðað ávikavist Havnar Svimjifelag og Ægir úr Klaksík, tá tey hava svomið í Føroyum. Nú svimur Elisabet fyri Georgia Tech, ið er stórur læruhástovnur í USA. Blaðundi Líggjas Joensen er farin til Aalborg at royna seg og hevur staðið HM-kravtíðina.

[object Object]
Elisabeth Erlendsdóttir, sum til dagliga svimur í USA (Mynd: svimjing.com)

Í síðstu viku vórðu Líggjas Joensen og Lea Osberg Højsted kosin sum ársins svimjarar í Føroyum fyri 2024. Lea hevur, eins og Isak Brisenfeldt sett flott føroysk met seinasta árið. Bæði eru bert 16-ára gomul.

Vónin er fáa eina liðsvimjing í topp-32 á HM, sum er týðandi krav í nýggju Úrvalsskipanini hjá ÍSF, skrivar Svimjisamband Føroya.

Við svimjarunum á ferðini til Ungarn eru Rúni Gaardbo, landsliðsvenjari, og ferðaleiðarin Bjørg Ólavsdóttir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder