Fótbóltur

Fýra lið hava seks stig og deila oddasessin

HB vann í Klaksvík, og B36 vann á greipuvinnaranum - tað er ógvuliga javnt í Betrideildini.

Rebekka Benbakoura hevur her skorað til 2-0 í Klaksvík
(Mynd: Norðlýsið/Oliver Joensen)

Rebekka Benbakoura hevur her skorað til 2-0 í Klaksvík (Mynd: Norðlýsið/Oliver Joensen)

2019-03-30 20:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað allarmesta av hesari øldini hevur KÍ sitið á kvinnufótbólti. 17 FM á rað bleiv tað til, áðrenn EBS/Skála steðgaði sigursrøðini í 2017. Felagsliðið hevur seinastu tvey árini vunnið greipuna, men er nú einasta liðið, sum ikki hevur fingið stig, og einasta liðið, sum ikki hevur seks stig. Tað tykist sum um, at í mun til nógv av undanfarnu árunum eru fleiri lið um boðið. 

HB verður mett sum fremsti FM-biðilin saman við KÍ, og hesi liðini hittust í Klaksvík í dag. HB tapti seinasta vikuskifti grannauppgerðina; klakvíkskvinnur vóru undan dystinum einasta liðið við fullum stigatalið. Hetta broytti HB tó uppá í dag. Gestirnir skoraðu bæði málini í 2. hálvleiki. Fyrst var tað Heidi Sevdal, ið sló til, og fimm minuttir fyri leiklok, tá KÍ satsaði, økti Rebakka Benbakoura. Ein sera týdningarmikil sigur hjá HB, hóast tað er tíðliga á árinum.

Í Gundadali vann B36 annað vikuskifti á rað 1-0. Helena Johannesen skoraði tíðliga í 2. hálvleiki einsamalla málið, og sendi harvið EBS/Skála heim við ongum. B36 er væl við í Betrideildini.

Kappingin fer nú í ein steðg, av tí at landsliðið skal spæla tveir venjingardystir mót i Litava (7. og 9. apríl)

4. umfar:

B36 - EBS/Skála 1-0 (0-0)
1-0 Helena Johannesen

KÍ - HB 0-2 (0-0)
0-1 Heidi Sevdal
0-2 Rebekka Fjalsá Benbakoura 

Støðan:
HB 6 (+5) 
ÍF/Vík/B68 6 (+3)
B36 6 (0)
 * Leikt ein dyst fleiri
KÍ 6 (0)
EBS/Skála 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder