Fyrsi fyrstu ferð í hesum kappingarárinum eru tvær topp-fimm uppgerðir og tvær fimm botn-uppgerðir á skránni í einum umfari. 6. umfar í Betrideildini byrjaði annars í gjár við, at nummar eitt vitjaði hjá nummar níggu. Oddaliðið vann 1-0.
HB var omaná í Trongisvági (Mynd: Bjartur Vest)
Les eisini:
HB hevur framvegis fult stigatal
Myndir: TB - HB
Eftir dystirnar í dag kann tað verða veruleiki, at eitt lið úr hvørjari hálvu hava býtt pláss á stigatalvuni. Tað vil Víkingur gera alt fyri sleppa undan. ÍF er tvey stig aftanfyri Víking og er favorittur í heimadystinum móti AB, meðan Víkingur tekur ímóti B36. Fuglfirðingar hava vunnið 2-1 í báðum sínum uppgerðum móti liðum úr niðaru hálvu higartil í ár, og AB hevur seinastu tveir dystirnar tapt 11-0 samanlagt. Tó hava argjamenn megnað at fingið stig á Skála og á heimavølli móti Víkingi - nú leita teir eftir sínum fyrsta sigri.
Uros Stojanov, her í dyst móti KÍ í 3. umfari, avgjørdi dystin móti EB/Streymi týskvøldið og hevur skorað fimm mál í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)
EB/Streymur hevur fyrstu umførini havt tað heldur trupult við at skapa málamøguleikar. Skála hevur skorað tvífalt so nógv mál (seks) men hevur latið tvífalt so nógv inn sum EB/Streymur (átjan). Hjá teimum appelsinlittu, ið bert hava fingið eitt stig tilsamans í heimadystunum móti ÍF og AB, er talan um sera týðandi dyst. EB/Streymur kemur til dystin við einum tapi í Fuglafirði frískt í minninum, og vil helst sera gjarna vísa, at tað er sterkari enn Skála og leggja sjógv til skálamenn, TB og møguliga AB eisini.
Vit dagføra beinleiðis frá dystunum í Fløtugerði og Við Margáir.
Betrideildin 6. umfar
Sunnudagin 7/6:
15.00: ÍF - AB
EB/Streymur - Skála
KÍ - NSÍ
17.00: Víkingur - B36
Í gjár - leygardagin 6/6:
TB - HB 0-1 (0-1)
12' Dan í Soylu (Øssur Dalbúð)
Reytt kort: Jens Erik Bruhn (66' - seinna gula)
Støðan:
1. HB (18 stig) *
2. NSÍ (12 stig)
3. KÍ (12 stig)
4. B36 (12 stig)
5. Víkingur (8 stig)
6. ÍF (6 stig)
7. EB/Streymur (3 stig)
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig) *
10. Skála (1 stig)
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald