Seinasta HM varð hildið í Russlandi seinasta summar. Í 2022 verður nógv umtalaða HM-endaspælið í Katar - tað fyrsta í Miðeystri. Beint áðrenn HM-endaspælið í Russlandi gjørdist greitt, at HM í 2026 verður í Norðuramerika. Tá verða Kanada, USA og Meksiko vertir. Tað verður fyrstu ferð, at 48 lond koma at luttaka, og at trý lond eru vertir fyri HM.
Av tí at 16 lond leggjast afturat endaspælinum, so er tað mest sannlíkt at framtíðar endaspøl hava fleri vertstjóðir. FIFA var annars farið burtur frá hesum, eftir HM í 2002 tá Suður Korea og Japan vóru vertir fyri fyrsta HM-endaspælinum í Asia. Hetta var eisini fyrstu ferð, at tvey lond deildu leiklutin sum vertur, og hetta gav nógvar trupulleikar við sær.
Í løtuni fyrireika fleiri lond boð til HM-endaspælið í 2030. Alt er talan um felagsboð. Grikkaland, Bulgaria, Serbia og Rumenia hava alment bjóðað seg fram, og Spanien, Portugal og Marokko hava eisini lagt eitt felags boð inn til FIFA. Londini í Stórabretlandi hava saman við Írlandi boðað frá áhuga, og tað hevur Egyptaland eisini.
Nú er greitt, at fýra suðuramerikonsk lond eru við í dystinum um HM í 2030. Fyrst avdúkaði Argentina og Uruguay, at londni vildu halda endaspælið, síðani kom Paraguay við og nú er Kili eisini partur av boðinum
Í felags tíðindaskrivi boðaðu londini frá, at Kili nú er við og kann gerast eitt vertsland í 2030. Eitt sum telur upp hjá suðuramerkonsku londunum er, at 2030 er 100-ára hátíðarhaldið fyri HM-endaspøl. Og tað fyrsta varð hildið í Uruguay, ið eisini vann fyrsta HM-heiti. Tí er tað á ein hátt upplagt, at Uruguay er ein av vertunum 100 ár seinni.
Fótbóltur
Fýra suðuramerikonsk lond bjóðað seg fram sum vert til HM 2030
Kili, Paraguay, Argentina og Uruguay kunnu gerast felags vertir um ellivu ár. Evropeisk og norðurafrikansk lond vilja eisini hava leiklutin sum vertir.
Uruguay varð sligið út av Fraklandi til HM-endaspælið seinasta summar. Nú stríðast teir í Suðuramerika fyri at sleppa at vera vertir fyri HM í 2030 (Mynd: EPA)
2019-02-15 19:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald