Tað kemst helst serliga av, at í hálvfinalunum er talan um tveir dystir, og at regulin um útivallarmál hevur avgjørt fleiri hálvfinalur.
Tá NSÍ og HB í gjárkvøldið noyddust allan vegin í brotssparkskapping í seinnu hálvfinaluni, sum var við Løkin í gjárkvøldið, varð borðreitt við dramaði fyri allar pengarnar. NSÍ dró longra stráðið og skal harvið spæla í finaluni um Løgmanssteypið og um áleið 1,8 millión móti B36 leygardagin.
Innskifti Sølvi Sigvardssen sendi Teit Matras Gestsson skeivan vegin og avgjørdi harvið finaluna (Myndir: Sverri Egholm)
Tórður Thomsen varð skiftur inn til brotssparkskappingina og fekk ein lyklaleiklut við trimum bjargingum (Mynd: Sverri Egholm)
Seinast ein hálvfinala í kappingini um Løgmannsteypið varð avgjørd við brotssparkskapping var í 2006. EB/Streymur hevði vunnið fyrru hálvfinaluna, ið var á Eiði, 1-0, og í Gundadali 27. september skoraði Mikkjal Thomassen tíðliga, og tað skuldi brotsspørk til fyri at finna finalumótstøðuliðið hjá KÍ. B36 vann 5-4 í brotssparkskappingini og 17 dagar seinni 2-1 í finaluni, sum fyri fimtan árum síðani varð spæld væl seinni av enn ætlað, orsakað av einum kærumáli, ið seinkaði.
Sí dómaraseðil frá hesari hálvfinaluni her
EB/Streymur, B36, KÍ, Víkingur og HB hava verið íblandað í brotssparkskappingum í steypafinalum seinastu tíggju árini; nakað ið er meira vanligt. Tríggjar ferðir seinastu tíggju árini er steypavinnarin funnin eftir serstøku kappingina úr ellivu metrum, og hetta hava á sín hátt verið ógvuliga minniligar finalur:
2012: Víkingur - EB/Streymur (3-3 eftir longda leiktíð)
2016: KÍ - Víkingur (1-1 eftir longda leiktíð)
2018: B36 - HB (2-2 eftir longda leiktíð)
Sí eisini:
Løgmanssteypið og evropeiskt pláss verður uppá spæl á Tórsvølli
Myndir: Dramatikkurin í Runavík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald