Fótbóltur

Fyrireiking á skránni í Kosovo

Føroyska liðið venur í kvøld á leikvøllinum í Pristina.

Mynd frá dystinum fríggjakvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mynd frá dystinum fríggjakvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-09 08:05 Author image
Agnar Prestá

Pristina, Kosovo (Portalurin) - Talan er um útidyst á Balkan. Kosovo er mótstøðuliðið, og føroyski hópurin kom, saman við áleið 70 føroyskum fjepparum, til høvuðstaðin Pristina í gjárkvøldið.

Les eisini: Føroyingarnir komnir til Kosovo

Føroyska ferðalagið gistir á snotiliga Swiss Diamond, ið er mitt í býnum og hevur fimm stjørnur.

Nú eru fyrireikingarnar av álvara byrjar til dystin í annakvøld. Í kvøld klokkan 17.00 (16.00 føroyska tíð) venur føroyska liðið á Fadil Vokkri leikvøllinum, har dysturin eisini verður í annaðkvøld.

Leikvøllurin tekur umleið 13.500 áskoðarar, og í fjør leikti Víkingur har í Champions League. Føroyska meistaraliðið vann tá 4-1 og spældi seg víðari.

Allir leikararnir í føroyska hópinum eru til reiðar og tykast at vera væl fyri.

Sí eisini:
Video: - Ótrúlig kensla at vera við fyri fyrstu ferð
Video: Átta málarar til Kosovo at hyggja eftir landsliðnum
Video: - Gevur eyka adrenalin at spæla fyri Føroyar

 

placeholder
placeholder