Fótbóltur

Fyrireikingarnar farnar í gongd í Gijón

Føroyar og Spania hava tíðindafund og venjing á El Molinón seinnapartin og í kvøld.

Frá dystinum móti Svøríki hóskvøldið, har Føroyar taptu 4-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frá dystinum móti Svøríki hóskvøldið, har Føroyar taptu 4-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-07 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gijón, Spania (Portalurin) - Í nátt kom føroyska ferðalgið til Asturias-økið í útnyrðingspartinum av Spania. Í størsta býnum her, Gijón, skal føroyska A-landsliðið spæla EM-undankappingardyst móti Spania sunnudagin.

Hetta er sama stað, ið Føroyar spældi ímóti Spania í HM-undankappingardysti í 1997. Tá endaði tað 3-1 til Spania; Jens Kristian Hansen skoraði fyri Føroyar.

Vanligt er, at liðini hava tíðindafund og venjing dagin fyri dyst á leikvøllinum. Soleiðis verður eisini seinni í dag; Føroyar halda tíðindafund klokkan 16.30 lokala tíð og venja so á El Molinón. Sìðani eiga sponsku stjørnurnar tørn.

Spania hevur fult stigatal fyri fimm dystir í bólki F - Føroyar hava 0. Dysturin verður leiktur í annaðkvøld klokkan 19.45 føroyska tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder