Teir komandi dagarnar verður avgjørt hvørji lið koma í Faxe Kondi finalurnar. Steypafinalurnar verða leiktar um tíggju dagar, og tað er stórur spenningur um hvørji lið fara at koma í tær.
Kvinnurnar leggja fyri í kvøld, tá tey fýra liðini leika fyrru hálvfinalurnar.
H71 og VÍF høvdu eitt tætt oddastríð í SMS-deildini fram til mitt í desember. 12. desember spældu liðini javnleik í Hoyvík. Ein mánað seinni vann VÍF tætta oddadystin í Vestmanna. Ímillum teir dystirnar tapti H71 fyri Stjørnuni í Klaksvík, og í seinasta dystinum áðrenn steypakappingin byrjaði, tapti hoyvíkvinnur fyri Neistanum.
Alt er tó opið undan uppgerðini. H71 vann í oktober í Vestmanna, og unga liðið hevur víst sínar dygdir í ár. Á liðnum hjá VÍF eru nógvar royndir, og vestmannakvinnur vunnu steypakappingina fyri fyrstu ferð í 16 ár í fjør. VÍF vann trygt á Neistanum og Stjørnuni í bólkaspælinum og vann bólkin. H71 var ikki so sannførandi ímóti StÍF og Neistanum 2 og endaði sum nummar tvey í bólkinum aftanfyri Kyndil.
Kyndilskvinnur eru á vitjan í Klaksvík í kvøld. Stjørnan skapti tað størsta yvirraskilsi í steypakappingini hjá kvinnum við at vinna avgerandi dystin um 2. plássið í bólki 1 ímóti Neistanum í Havn. Kyndil er favorittur til hesa uppgerðina, eins og VÍF er ímóti H71. Kyndil hevur ment seg ígjøgnum árið. Jovana Stranjanac, Marianna G. Eystberg og Turið Arge Samuelsen hava styrkt munandi um liðið. Hesar vóru ikki við í Klaksvík fyrst í oktober, tá Stjørnan vann greitt á Kyndli.
Mikudagin 13.02:
Fyrru hálvfinalurnar - kvinnur
19.00: H71 - VÍF
Stjørnan - Kyndil
Báðir dystirnir kunnu stroymast á heimasíðuni hjá KVF.
Hondbóltur
Fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum verða leiktar í kvøld
Lagt er upp til spennandi dystir í Hoyvík og í Klaksvík. Báðir dystirnir verða stroymdir.
VÍF og H71 skulu dystast um annað av finaluplássunum (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-02-13 15:13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald