Annað

Fyrrverandi HB-leikari deyður

Jan Larsen andaðist hósdagin, eftir at hava verið sjúkur í longri tíð.

2018-10-27 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi HB-leikarin Jan Larsen er deyður.

Jan Larsen andaðist hósdagin, eftir at hava verið sjúkur í longri tíð, skrivar B.T.

Jan Larsen hevur spælt við Randers FC og Viborg FF, Vejle, Horsens og Aarhus Fremad. Í 2005 skifti hann til HB, men gavst longu sum yrkisleikari í byrjanuni av 2006.

Síðani hann gavst sum yrkisleikari, hevur Jan Larsen búð í Viborg, har hann intil fyri nøkrum árum síðani spældi old boys-fótbólt fyri Viborg FF.

Jan Larsen gjørdist bert 46 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder