Fótbóltur

Fyrsta finalan verður fríggjakvøldið

U15-dreingirnir hjá B36 skulu royna at tryggja sær greipuna á Tórsvølli, men KÍ vil eisini hava fatur á Cadburysteypinum.

B36 vann FM á sannførandi hátt - í finaluni um Cadburysteypið bíðar KÍ (Mynd: Bóltfelagið B36)

B36 vann FM á sannførandi hátt - í finaluni um Cadburysteypið bíðar KÍ (Mynd: Bóltfelagið B36)

2020-11-03 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landskappingarnar í ungdómsdeildunum eru komnar at enda, og nú eru tey ungu í gongd við at spæla steypakapping.

Í nøkrum kappingum eru hálvfinalurnar leiktar, og tað er nú greitt, at fyrsta finalan sum verður leikt verður hjá U15-dreingjunum.

Tað eru B36 og KÍ, sum fríggjakvøldið 6. november klokkan 19 skulu dystast um Cadburysteypið á Tórsvølli. 

B36 vann FM uttan at tapa nakran dyst í endaspælinum, og má tí metast at vera favorittur at vinna finaluna. Hesi liðini hava tó spælt tveir javnleikir móti hvørjum øðrum í ár, og tað er helst eingin ivi um, at klaksvíkingar eru til reiðar at geva føroyameistarunum ein skarpan gang. 

[object Object]KÍ-liðið eftir hálvfinalusigurin á Argjum sunnudagin (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)


Á vegnum til finaluna hevur KÍ vunnið tveir greiðar sigrar:  5-1 á TB/FCS/Royn 7-0 á AB á Argjum. Venjari hjá KÍ er Oddur Olsen.

B36 hevur leikt ein dyst fleiri fyri at røkka finaluni - orsaka av lutakastinum. Í 1. umfari vunnu teir hvítkløddur 4-1 á NSÍ, og í fjórðingsfinaluni vann B36 2-0 á grannunum úr HB. Í hálvfinaluni í Sørvági mátti longd til, áðrenn vinnarin var funnin, men tá avtornaði vann B36 2-1 á 07 Vestur. Johnny Samuelsen stendur á odda fyri liðnum hjá B36.

Allar steypafinalurnar í yngru deildunum verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, skrivar FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder