Hoyvíkskvinnur vóru greitt omaná, tá fyrra hálvfinalan millum Neistan og H71 varð leikt í Høllini á Hálsi sunnudagin seinnapartin. Ósigraða liðið var í løtum á odda við tólv málum, men ein góð Neista-løta móti endnaum gjørdi, at samlaði munurin gjørdist átta mál.
Fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi-kappingini:
Sunnudagur 6. feb
Kvinnur
Neistin – H71 23-31 (10-16)
Toppskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 10 mál, Jana Mittún 7 mál - Maria Pálsdóttir Nólsoy 6 mál
Kyndil – Stjørnan 23-22 (10-10)
Seinnu hálvfinalurnar:
Mikudagin 9. feburar kl. 19: H71 - Neistin
Sunnudagin 13. februar kl. 14: Stjørnan - Kyndil
Harvið skal nógv henda, um ikki H71 triðja árið á rað spælir seg í finaluna. Liðið úr Hoyvík hevur vunnið steypið tvey tey seinastu árini og skal gera arbeiðið liðugt, í mun til finaluluttøku, í morgin, tá Neistin kemur at vitjan. Seinna hálvfinalan millum liðini byrjar klokkan 19.
Upprunaætlanin er, at finalurnar skulu spælast leygardagin 19. februar, men hetta er ein trupulleiki, um H71 kemur í finaluna. Liðið skal spæla seinni fjórðingsfinaluna í EHF Europea Cup hendan dagin. Fyrri dysturin móti HC Galychanka Lviv verður leiktur í Ukreina nú leygardagin.
H71 royndi at fáa báðar dystirnar leiktar í Føroyum hetta vikuskifti, men tað bar ikki til. Harvið skal ein nýggj dagfesting helst finnast til steypafinaluna hjá kvinnum í ár - sum skilst er miðskeiðis í mars mest sannlíkt. Eitt umfar er á skránni beint áðrenn síðsta vikuskifti í februar, og so er landsliðið savnað í umleið eina viku,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald