Fótbóltur

Fyrsta royndin í ár hjá kvinnunum

Estland vitjar á Tórsvølli í dag. Eingir áskoðarar verða, men hetta er ein góður møguleiki hjá føroyska liðnum at royna formin áðrenn komandi undankappingardystirnar.

Ásla Johannesen og hinar á føroyska liðnum skulu royna seg móti Estlandi klokkan 17 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ásla Johannesen og hinar á føroyska liðnum skulu royna seg móti Estlandi klokkan 17 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-09 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur hevur kvinnulandsliðið havt fleiri venjingar saman í royndini at fyrireika seg so væl sum gjørligt til komandi landsliðsár.

Tað byrjar í dag, tá Føroyar taka ímóti Estlandi. Talan er um venjingardyst - fyrireiking til undankappingardystirnar, ið eru fyr framman - tann fyrsti í Wales um ein mánað. Tveir aðrir verða á útivølli í juni (í Noreg og Norðurírlandi). Í september vitja Norðurírland og Hvítarussland.

Á kvinnusíðuni hava Føroyar og baltisku londini sera gott samstarv. Føroyar hava luttikið í Baltic Cup í fleiri førum, og støðið á liðunum er javnt. Til dømis spældu Føroyar tveir javnleikir í venjingardystum í Litava á vári í fjør.  

[object Object]
John Petersen sigur, at liðið ikki bert kann dúva uppá at verja framyvir (Mynd: Sverri Egholm)

John Petersen sigur við heimasíðuna hjá FSF, at tað er av alstórum týdningi, at leikararnir og feløgini raðfesta kvinnufótbóltin hægri. Landsliðsvenjari vísur á, at tað er torført at motivera leikararnar, tá tapini gerast so stór - í fjør taptu Føroyar tvær ferðir 6-0 (móti Wales og Hvítarusslandi) og heili 13-0 móti Noreg í undankappingini. Tað snýr seg fyrst og fremst um at syrgja fyri, at leikararnar eru betri fyri, so at til ber at standa betri og longri móti trýstinum.

Eitt sermerkt við dystinum er, at tað verður tann seinasti hjá Rannvu Biskopstø Andreasen úr Klaksvík. Hon er nú vorðin 39 ár, og sigur við fsf.fo, at tíðin er komin at lata aðrar sleppa framat, og at orkan nú skal brúkast aðrastaðni - Rannvá er millum annað í venjaratoyminum hjá U17-landsliðnum hjá gentum, sum um eitt stórt ár skal spæla EM á heimavølli.

Tað verða tíverri eingir áskoðara til staðar at fagna Rannvu í dag. Orsaka av tilmælinum hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi coronavirusinum er stongt fyri áskoðarum til dystin. Møguleiki verður tó at síggja dystin í Kringvarpinum og á heimasíðuni. Vit dagføra støðuna á Portalinum og hava myndir frá dystinum.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.

Hópurin hjá Føroyum: 
 

Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB
Rebekka Eschen Danielsen, Kentucky University (USA)
Marita Jarnskor, ÍVB
Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)
Margunn Lindholm, Sundby BK (Danmark)
Heidi Sevdal, NSÍ
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Hjørdis Nesá, ÍVB
Jensa K. Tórolvsdóttir, ÍVB
Ansy Sevdal Jakobsen, NSÍ
Marta S. Thomsen, ÍVB
Sanna Svarvadal, KÍ
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍVB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Julia Naomi Mortensen, HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder