Fótbóltur

Fyrsta steypið hjá HB í 18 ár

Eftir fýra taptar finalur seinastu fimm árini og tvær á rað móti EBS/Skála, koppaði tað hesuferð til HB, ið vann uppibornan 3-0 sigur.

HB var omaná móti EBS/Skála (Mynd: Bjarni Enghamar)

HB var omaná móti EBS/Skála (Mynd: Bjarni Enghamar)

2019-09-21 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hjá HB snúði tað seg um at endliga fáa stegða steypaturkinum. Liðið hevur í ár vunnið allar dystirnar á EBS/Skála, ið ikki hevur somu styrki sum í greipuárununum í fjør og fyrraárið. Tó hevur felagsliðið staðið seg væl seinastu dystirnar, og í seinastu viku vann EBS/Skála og spældi javnt ímóti føroyameistararunum, KÍ. Sinnisliga var nakað at yvirvinna hjá HB, ið hevur tikið ímóti silvursheiðurmerkjum seinastu trý ár og ikki vunnið eitt steyp síðani í steypafinaluni í 2001, tá KÍ varð koppað. 

[object Object]

Bæði liðini byrjaðu í einari 3-5-2 leikskipan. Tað loypti ikki hvøkk á, at HB gjørdi hetta, men EBS/Skála hevði stinna miðverjan Rakul Magnussen sum áleypara frá byrjan av. Hetta kostaði í hinum endanum. Eftir eina rótuta byrjan kom HB til vandamiklar støður, og eftir smáar tjúgu minuttir varð Heidi Sevdal send avstað, og eyðsýndi áleyparin skoraði trygt. Makkarin, Rebekka Benbakoura, misnýtti tveir stórar málmøguleikar í 1. hálvleiki, men HB fekk økt eftir hálvan tíma. Vinstri vongbakkurin Nadja Dam Johannesen varð feld av Duritu Mikkelsen í skotstøðuni, og hin vongbakkurin, Elin Maria Isaksen umsetti skoraði til 2-0 úr ellivu metrum.

[object Object]


EBS/Skála kom væl út til 2. hálvleik og fekk lagt eitt ávíst trýst á HB. Lea Lisberg var eyðsýnd, men tvífaldu steypavinnaranrir høvdu ilt við at skapa opnar málmøguleikar. HB-liðið var væl skipað, við royndu Liljuni av Fløtum miti í verjuketuni og við einum kompaktum miðvølli av ungum, røskum og dugnaligum leikarum, og so hótti serliga Heidi uppá umstillingar. 

Tað var heldur óvæntað, at Julia Naomi Mortensen byrjaði á bonkinum, men hon kom inn og punkteraði dystin. Heidi, ið varð vald til dagsins leikara, varð send væl avstað og vísti gott yvirblikk og ósjálvsøkni og rullaði yvirum til Juliu, og so var 3-0. Tá málið kom varð Rakul send framaftur, og aftur kostaði hetta EBS/Skála í verjupartinum. Stutt eftir hetta fekk Nadja sítt annað gula kort fyri fríspark móti Leu, ið var nær við at minka um munin stutt fyri leiklok eftir gott einmansavrik, men Eyðgerð Mikkelsen vardi væl fyri.

[object Object]

Felagsliðið royndi at mynda dystin, men hevði ikki nóg mikið til at koppa HB og endurvinna steypið. HB tryggjaði sær sítt annað steyp í hesari øldini. Hetta var til mikla gleði fyri tær í reyðum og svørtum, ið nú endliga kundu sleppa undan at verða tvey'arar.

 

Steypafinalan hjá kvinnum
Tórsvøllur, 21. september
HB - EBS/Skála 3-0 (2-0)
19' Heidi Sevdal 1-0
31' Elin Maria Isaksen (br.) 2-0
83' Julia Naomi Mortensen 3-0

HB: Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen -  Elin Maria Isaksen (67' Julia Naomi Mortensen), Sunniva Willemoes, Liljan av Fløtum, Marjun Undir Kletti, Nadja Johannesen,  - Julia Helena Dal Henriksen, Jonvá Hentze, Sara Samson Lamhauge (92' Ester Ellingsgaard) Heidi Sevdal, Rebekka Fjalsá Benbakoura (87' Poula Andreasen)


Venjari: Allan Dybczak

EBS/Skála: Anna Súnadóttir Hansen - Durita Mikkelsen, Mirjam Huneck Davidsen, Rakul V. Magnussen *, Randi Fagradal -  Kára I. Djurhuus - Sunniva Fagradal (62' Rùna Olsen), Lea S. Lisberg Ansy Sevdal Jacobsen, Silja Augustinussen  - Bjarta E. Djurhuus (55' Sólfríð P. Rasmussen)
*Byrjaði í álopinum

Venjari: Mathias Davidsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder