Hondbóltur

Fyrsta stigið móti HM skal takast í kvøld - FM1 sigur frá

Frásøgnin byrjar klokkan 18.30, dysturin klokkan 19 og til ber at fylgja gongdini í beinleiðis bloggi á Portalinum.

Pauli Mittún kann fáa stóran týdning í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Mittún kann fáa stóran týdning í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-14 11:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin): Føroyar og Bosnia fara í kvøld eftir besta útgangsstøðinum í HM-røkkstøkkdystinum.

Samanlagdi vinnarin av teimum báðum dystunum hesa vikuna skal til HM-endaspælið.

Undankapping til HM 2027, fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia-Hersegovina - Føroyar

Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina

Sí eisini: Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið

Tað snýr seg um at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt og síðani avgerða tað í Føroyum leygarkvøldið. Tað var eisini tað, sum Óli Mittún tosaði um í gjár.

Óli Mittún: HM-dreymurin er ógvuliga sterkur - serliga eftir tað sum hendi í Norðurmakedónia

Myndir: Seinasta venjing undan brakinum í Bosnia

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Ísak Vedelsbøl eru skaddir og tí ikki við. Aleksandar Sasha Lacok er framvegis langtíðarskaddur.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19 føroyska tíð. FM1 sendir frá klokkan 18 - Pætur Nolsøe sigur frá. Til ber eisini at fylgja við á Portalinum, har beinleiðis bloggur og livescore verður.

Lurta eftir FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder