Um vikuskiftið verður FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan á stuttgeil 2024.
Kappingin verður í nýggja langhylinum í Svimjihøllini í Gundadali, sum hesa vikuna er tikin í nýtslu. Langhylurin er sum kunnugt 50 metrar langur, men er útgjørdur soleiðis, at tað eisini ber til at hava kapping á stuttgeil.
Fríggjamorgun frá kl 09:30 – JM umframt innleiðandi riðlar til FM
Fríggjadag frá kl 17:00 – FM-finalur
Leygarmorgun frá kl 09:30 – JM umframt innleiðandi riðlar til FM
Leygardag frá kl 17:00 – FM-finalur
Sunnumorgun frá kl 09:30 – JM umframt innleiðandi riðlar til FM
Sunnudag frá kl 16:00 – FM-finalur
Hendan stevna er síðst í kravtíðarskeiðnum til NM/NJM og HMS 2024, og verður tí mest sannlíkt avgerandi fyri hvørji ið verða úttikin til hesar avbjóðingar.
Gott pláss eru til áskoðarar, og áhugaði eru vælkomin at hyggja framvið, sigur Svimjisambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald