Fótbóltur

Fyrsta umfar í eDeildini farið afturum

Skála, B71, EB/Streymur, TB og Víkingur komu øll væl í gongd.

Arnar Dam, ið nú er hjálparvenjari hjá EB/Streymi og Fannhard Antonsson Skoradal, ið eru komin úr Víkingi, við Margáir. Teir stóðu seg væl í gjár (Mynd: EB/Streymur)

Arnar Dam, ið nú er hjálparvenjari hjá EB/Streymi og Fannhard Antonsson Skoradal, ið eru komin úr Víkingi, við Margáir. Teir stóðu seg væl í gjár (Mynd: EB/Streymur)

2020-04-08 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð lagt frá landi í efótbóltskappingini, ið Føroya Tele og FSF saman skipað fyri. Nú tað ikki ber til at spæla á leikvallunum kring landið, verður kappast frammanfyri skíggjarnar.

Les meira: Skulu nú finna tað besta felagið í efotbolti

12 feløg luttaka. Hjá summum er talan um leikarar, sum spæla við besta liðum - hjá øðrum er talan um leikarar ið spæla í ungdómsdeildunum, og hjá sumum er tað ein blandingur.

Tveir leikarar spæla fyri hvørt felag. Báðir ein dyst móti hvørjum liðið, og so verða málini løgd saman. 

Her ber til at síggja øll úrslitini, og hjá FSF Varpinum ber til at síggja allar dystirnar.

Skála var einasta liðið, ið vann allar tríggjar dystirnar, og onnur feløg liggja eisini væl fyri eftir 1. umfar. 2. umfar verður 14. apríl - komandi týsdag. 

Støðan erftir 1. umfar:

Bólkur 1:
Víkingur 7
HB 4
B36 3
ÍF 3

Bólkur 3
Skála 9
B71 6
NSÍ 1
B68 1 

Bólkur 3
EB/Streymur 7
TB 7
07 Vestur 3
FC Suðuroy 0


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder