Fríggjakvøldið komu boð frá starvsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya um, at allir dystirnir í 1. umfari í Betri Deildini hjá monnum skuldi spælast uttan áskoðarar. Orsøkin er smittuvandin frá koronavirusinum.
Hendan avgerðin varð tikin, eftir at heilsumyndugleikarnir á tíðindafundi tíðliga fríggjakvøldið komu við áheitan um, at øll almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar kunnu væntast at savnast, annaðhvørt eiga at verða avlýst, útsett ella fyriskipað uttan áskoðarar.
Starvsnevndin eftirmett avgerðina, og í kvøld eru nyggj boð komin. Niðurstøðuan hjá starvsnevndini er, at 1. umfar í Betri Deildini hjá monnum verður útsett til sunnudagin 15. mars.
Les eisini: Eingin fótbóltur í Føroyum í morgin
Hetta hevur samstundis við sær, at í fyrstu atløgu verða øll umførini í Betrideildini flutt eina viku, til møguleiki verður fyri at fáa kappingina í rættlag aftur. Her verður millum annað ein dagur mitt í viku, men tað er óvist nær hetta verður. Heimasíðan hjá FSF hevur eina dagførda leikskrá tøka mánadagin.
- Vit vilja finna út av eini loysn á áskoðaraviðurskiftunum. Tað vil siga eina loysn við avmarkaðum tali av áskoðarum, sum heilsumyndugleikarnir kunnu viðmæla. Ein møguleiki er til dømis at halda áskoðarasektiónir atskildar. Vit vilja hava tíð til at viðgera, hvussu vit handfara tað støðu vit eru komin í, og vit miðja eftir áskoðarar eru til 1. umfar 15.mars.
Hetta sigur Christian Andreasen, forseti í FSF, við Portalin í samband við seinastu avgerðina hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald