Fyrsta vikan við Skúlaleikum 2023 er av, og tað hevur verið ein frálík vika. Hetta staðfestir "Skúlaleikir" sínari í dag.
- Fyrstu stevnudagarnir í ár hava boðað frá góðum. Vælupplagdir ítróttalærarar. Glað og spent børn, sum hava fingið sveittan á pannuna og roynt nýggjar ítróttagreinar. Tey hava heppað uppá floksfelagar og heilsað uppá børn úr øðrum skúlum, tey hava funnið uppá heppiróp og savnað nøvn til teirra vinaplakat, og soleiðis kempað seg til at luttaka í lissukapping og togtogan.
Myndir: Faroephoto/Ólavur Frederiksen
Fýra av teimum trettan undanstevnunum hava verið. Tær næstu níggju stevnurnar verða hildnar komandi tvær vikurnar: í Tórshavn, í Vestmanna, í Klaksvík, á Argjum og í Vági.
Stevnudagarnir enda við, at vit kunngerða, hvør flokkur skal umboða økið til landsstevnuna, sum verður í mai 2023. Higartil skulu hesi luttaka: 4. b í Skúlanum í Eystur Kommunu, 5. b av Skúlatrøð og bæði 4. og 5. flokkur úr Kollafirði, skrivar Skúlaleikir.
ÍSF hevur tikið stig til Skúlaleikir saman við Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum, Fólkaheilsustýrinum, Føroya Kommunufelag og Fróðskaparsetur Føroya.
Badminton, flogbóltur, frælsur ítróttur, kurvabóltur, kappróður, styrki (Føroya Styrkisamband) og Parasport eru ítróttagreinarnar á Skúlaleikum.
Myndir: Faroephoto/Ólavur Frederiksen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald