Í kvøld kl.20 møtir Fleyr hollendsku meistarunum Vc Sneek
Fleyr ferðalagið fór úr Føroyum mánamorgunin, og hava tær havt tvær venjingar í Hollandi.
Hópurin telur 12 leikarar. Venjarar eru Kristian Mikkelsen og Suni Juul Pedersen.
Kristian staðfestir, at Sneek hevur eitt sera sterkt lið, og verða tær torførar at basa.
Fleyr eru undersogs til dystin í dag, men taktikkurin verður at fokusera á teirra egna spæl, og vónandi leypir hetta kvøkk á Sneek, sigur hann.
Returdysturin verður leiktur týskvøldið í komandi viku.
Sneek spæla í bestu hollendsku deildini, og hava verið meistarir tvey ár á rað.
Sneek spældi seinasta ár í Challenge Cup, har tær taptu móti liði úr Prag, sum var sera óvæntað, og eru tær sera uppsettar móti Fleyr.
Sneek hevur nærum sama lið sum í fjør. Ein amerikonsk er komin úr bestu grisku deildini at styrkja liðið.
Sneek er flogbóltsbýur burturav, og væntast tað at koma eini 500 áskoðarir til dystin í kvøld, sum verður spældur í sera góðum umstøðum.
Fleyr
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald