Fótbóltur

Fyrsti kappingardystur móti Póllandi

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur spælt tríggjar venjingardystir móti Póllandi í hesari øldini - og tapt allar.

Málmansvenjing í Moldova fyrr í ár - málmansvenjarin Jákup Mikkelsen spældi við, seinast Føroyar dystaðust við Pólland (Mynd: Sverri Egholm)

Málmansvenjing í Moldova fyrr í ár - málmansvenjarin Jákup Mikkelsen spældi við, seinast Føroyar dystaðust við Pólland (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-05 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin spælir liðið hjá Håkani Ericson fjórða dystin í hesari EM-undankappingini. Føroyar hava higartil fingið eitt stig - tað var á útivølli móti Moldova.

Eftir tveir heimadystir er nú aftur útidystur á skránni, og fyri fyrstu ferð nakrantíð skulu Føroyar spæla kappingardyst móti Póllandi. Hetta verður tó ikki fyrstu ferð, at londini hittast á A-landsliðsstigi hjá monnum ella í Póllandi.

Sum yvirlitið á heimasíðuni hjá FSF vísir á, so hevur talan verið um tríggjar dystir, tríggjar sigrar til Pólland og samanlagt 1-12 í málúrttøku. Seinast londini spældu venjingardyst var í pólska býnum Wronki í mai 2006. Har endaði Jens Martin Knudsen sína tíð á landsliðnum. Tá 38-ára gamli málverjin spældi fyrra hálvleik og núverrandi málmansvenjarin á A-landsliðnum, Jákup Mikkelsen, spældi hin.

Sí dómaraseðil hjá FaroeSoccer her

Hinir báðir venjingardystirnir millum Føroyar og Pólland eru spældir á venjingarlegnum í ávíkavist Spania og Kýpros. Í 2004 gekk heilt galið, tá eitt lið við spælarum úr so at siga bert pólsku deildini vann 6-0. Tvey ár frammanundan var talan um javnari dyst. Tá skoraði John Petersen í 2-1 tapi.

Pólland hevur higartil vunnið á Albania á heimavølli  men tapt útidystirnar móti Kekkia og Moldova og er harvið kroyst í bólkinum. Málið hjá Fernando Santos og hansara monnum er sjálvsagt EM-endaspælið. Í fjør kom Pólland í áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum í Katar, har Frakland gjørdist endastøðin. Stóra stjørnan hjá Póllandi er 35-ára gamli metmaðurin, áleyparin úr Barcelona, Robert Lewandowski.

Føroyar og Pólland spæla á PGE Narodowy leikvøllinum hósdagin 7. september klokkan 19.45. Portalurin verður við á ferðini úr Kastrup seinn i í dag - hópurin hevur síðani tíðliga í gjár fyrireika seg í Malmö.

Sí eisini: A-landsliðið er byrjað at fyrireika seg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder