Fótbóltur

Fyrsti sigurin hjá Arteta sum høvuðsvenjari veruleiki

Arsenal vann fult uppiborið á einum fullkomiliga tannleysum Manchester United-liðið, ið ikki tók av møguleikarnum at hála inn á Chelsea á 4. plássi.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-01 22:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilt ímóti endanum av seinastu øld og fyrstu mongu árini í hesari øldini var Manchester United-Arsenal tann størsta uppgerðin í Premier League. Liðini kappaðust í nógv ár um meistaraheitið, og hóparnir vóru fyltir við klassaleikarum ið ikki dámdu hvønn annan serliga væl.

Seinastu árini er týdningurin av og inntensiteturin og góðskan í dystunum millum feløgini minkaður nógv. Manchester United og Arsenal eru ikki longur partur av oddastríðnum í Premier League og alt hetta sást í kvøld á Emirates leikvøllinum. Har var tó eitt lið, ið vísti eitt ávíst støði av góðsku. Arsenal skapti nakrar góðar støður í dystinum og var greitt meira vælskipað og hartarbeiðandi enn undir Unai Emery. Ímóti Chelsea seinast gjørdu ymiskar umstøður, at talan gjørdist um eitt tap heldur enn sigur, men hesaferð bragdaði hjá nýggja venjaranum, spaniólanum Mikel Arteta.

[object Object]
Nýggi venjarin hjá Arsenal var lívligur á síðulinjuni í kvøld - hann hevur tíðliga broytt ymiskt við leikháttinum hjá liðnum (Mynd: EPA)

Fyrstu lítlu løtuna skuldi liðið hjá fyrrverandi miðvallaranum líka í gongd, men uppá fyrsta veruliga málmøguleikan legði heimaliðið seg á odda. Vælleikt álop í vinstru, bólturin varð lagdur inn í málteigin, har hann umvegis beinini á Victor Lindelof rullaði fyri føturnar á Nicholas Pépé, ið var eirindaleysur. Arsenal setti seg síðani á dystin og spældi góðan fótbólt í 1. hálvleiki. Eisini sást eitt heilt vælskipað heimalið uttan bólt. 

[object Object]
Nicholas Pépé leggur Arsenal á odda (Mynd: EPA) 

Heilt stutt fyri hálvleik fekk Arsenal horna í høgru. Hart innlegg ímóti nærru stong frá vælleikandi Mesut Ozil, ið David De Gea hvørki megnaði at lofta ella fáa burtur av vandaleið, og bólturin endaði, umvegis Lindlof, hjá Sokratis ið lætt kundi seta bóltin í málið.

[object Object]
Bernd Leno var tryggari í sínum máli enn De Gea var í hansara (Mynd: EPA)

Í 2. hálvleiki var tómgongd: United royndi at skapa møguleikar, men eins og alt kapppingarárið hevði liðið hjá Solskjær stórar trupulleikar, tá liðið var í yvirvág á bóltinum. Teir svørtkløddu fingu ongantíð av álvara hótt Arsenal, ið vardi væl og hevði nakrar vandamiklar umstillingar.

Fyrr í dag spældi Chelsea javnleik, og Tottenham og Woves vóru fyri ósigrum. Harvið hevði United við sigri í kvøld verið heilt stóri vinnarin í dag í stríðnum um 4. pláss. Hetta vóru menninir hjá Solskjær tó ongantíð nær við at gerast. Arsenal er nú á 10. plássi. 

[object Object]

[object Object]
(Solskjær takkar útiáskoðarunum fyri stuðulin - talan er um ein trýstan mann (Mynd: EPA)

Premier League, 21. umfar:


Arsenal - Manchester United 2-0 (2-0)


Úrslitini fyrr í dag:

Brigthon - Chelsea 1-1 (0-1)
Burnley - Aston Villa 1-2 (0-2)
Newcaslte - Leicester 0-3 (0-2)
Southampton - Tottenham 1-0 (1-0)
Watford - Wolves 2-1 (1-0) 

Manchester City - Everton 2-1 (0-0)
Norwich - Crystal Palace 1-1 (1-0)
West Ham - Bournemouth 4-0 (3-0)


Í morgin (20.00): Liverpoo - Sheffield United

Støðan: 
1. Liverpool (55 stig) - 19 dystir
2. Leicester (45 stig) - 21 dystir
3. Manchester City (44 stig) - 21 dystir
4. Chelsea (35 stig) - 21 dystir
5. Manchester United (31 stig) - 21 dystir
6. Tottenham (30 stig) - 21 dystir
7. Wolves (30 stig) - 21 dystir
8. Sheffield United (29 stig) - 20 dystir 
9. Crystal Palace (28 stig) - 21 dystir 
10. Arsenal (27 stig) - 21 dystir
11. Everton (25 stig) - 21 dystir
12. Southampton (25 stig) - 21 dystir
13. Newcastle (25 stig) - 21 dystir
14. Brighton (24 stig) - 21 dystir
15. Burnley (24 stig) - 21 dystir
16. West Ham (22 stig) - 20 dystir
17. Aston Villa (21 stig) - 21 dystir
18. Bournemouth (20 stig) - 21 dystir
19. Watford (19 stig) - 21 dystir
20. Norwich (14 stig) - 21 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder