Í 2021 avgjørdi KÍ FM, tá liðið hevði tríggjar dystir eftir. Í fjør restaðu heili fýra umfør í, tá FM-veitsla var í Klaksvík, og í fjórðseinasta umfari í 2023 tryggjaði felagið sær føroyameistaraheitið nummar 21 á manssíðuni.
Hetta varð staðfest við úrslitunum í Klaksvík og í Norðragøtu í dag. KÍ vann sannførandi 5-0 á ÍF. Hetta var ikki beinleiðis óvæntað - tó var tað ógvuliga óvæntað, at Víkingur vann heili 6-0 á B36.
Sí eisini:
KÍ føroyameistari fyri triðju ferð á rað
Víkingur fullkomiliga eyðmýkti B36
Tað hevur verið á veg leingi, og nú er endaliga greitt, at eingin kann fanga liðið hjá Magna Hoseth.
KÍ hevur áður vunnið fimm FM á rað. Tað var frá 1966 til og við 1970. Síðani hevur besta mansliðið í Klaksvík ikki vunnið meistaraheitið tríggjar ferðir á rað.
FM-fagnaður við Djúpumýru
Sí fleiri myndir frá gullveitsluni her
Hetta er fyrstu ferð síðani 2004 at eitt lið í fremstu mansdeildini hevur vunnið gull trý ár upp í slag. HB var føroyameistari í árunum 2002-2004.
HB hevur flest meistaraheitið samanlagt. Tað var júst í 2004, at HB yvirhálaði KÍ, ið stóð í stað í 20 ár. HB er við sínum níggju FM-heitum hesa øldina komið upp á 24 føroyameistaraheitir.
KÍ er við meistaraheitinum síðstu árini komið uppum tjúgu FM. Tað er nú 24-21 samanlagt millum arvafíggindarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald