Hondbóltur

Fyrstu fetini móti finaluni skulu takast

Fyri Stjørnuna hevur hálvfinalan móti H71 á heimavølli í kvøld alstóran týdning. Spennandi verður at síggja, hvussu Kyndil og Neistin liggja til hvørt annað.

Tóra Eliasen skoraði tíggju mál, tá Stjørnan spældi seg víðari móti VÍF leygardagin. Hon fær aftur stóran leiklut í Klaksvík í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Tóra Eliasen skoraði tíggju mál, tá Stjørnan spældi seg víðari móti VÍF leygardagin. Hon fær aftur stóran leiklut í Klaksvík í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-19 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu FM-hálvfinalurnar í SMS-deildini eru á skránni í kvøld. Í Klaksvík tekur Stjørnan móti H71, og í Høllini á Hálsi er grannauppgerð millum Kyndil og Neistan.

Hetta kvøldið er helst mest týðandi fyri Stjørnuna. Liðið fær ein møguleika á heimavølli móti H71 - um talan verður um tríggjar dystir skulu teir báðir næstu spælast í Hoyvík. Um tær í reyðum skulu hava ein møguleika at koppa steypavinnarunum og stórfavorittunum til FM, so skal sum so ein sigur til í KÍ-høllini í kvøld.

Móti VÍF í fjórðingsfinaluni eydnaðust nógv ting væl, men nú verður øðrvísi mótsstøða. Hóast H71 ikki hevur spælt ein veruliga týðandi dyst í eina tíð, so eru hoyvíkskvinnur helst væl brynjaðar til uppgávuna.

Sí eisini: 
Tóra Eliasen: - Alt er opið
Ingi Olsen: - H71 er favorittur - hevur tó trupulleikar av Stjørnuni

Tað kann roknast við, at tað verður samanlagt tættari millum Kyndil og Neistan. Tær í grønum vóru samanlagt nakað omaná í grundspælinum, men í innanhýsis dystinum endaði tað við einum sigri til hvørt liðið og við einum javnleiki.

Nú er finalupláss uppá spæl, og talan er um grannauppgerð. Turið Arge Samuelsen er ein av teimum, ið skal gera stóran mun, um tað skal eydnast hjá Kyndli. Hjá Neistanum er ein høvuðsspurningur, hvusu ungu spælararnir standa hesa spennandi royndina.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen í steypafinaluni móti H71, har hoyvíkskvinnur vóru omaná. Tað er møguligt, at liðini eisini hittast í FM-finalunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

FM-hálvfinalur í SMS-deildini
Mikudagin 19.04 (1)

18.30: Stjørnan - H71
20.00: Neistin - Kyndil 

Báðir dystirnir kunnu stroymast fyri eitt gjald á live.hsf.fo, og FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn úr báðum hallunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder