Fótbóltur

Fyrstu fjórðingsfinalurnar á skránni í kvøld

Pep Guardiola skal koppa sínum gamla felagi, um Manchester City skal náa sínum stóra máli. Inter hevur aftur portugisiska mótstøðu.

Erling Håland er toppskjútti í Champions League við tíggju málum. Nú snýr tað seg um at skjóta lið sítt í hálvfinaluna (Mynd: EPA)

Erling Håland er toppskjútti í Champions League við tíggju málum. Nú snýr tað seg um at skjóta lið sítt í hálvfinaluna (Mynd: EPA)

2023-04-11 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru átta lið eftir í størstu evropeisku kappingini fyri feløg, og í kvøld verða fyrstu greiðu ábendingarnar um, hvør man fara at koma í hálvfinalurnar. Tvær fjórðingsfinalur eru á skránni - báðar byrja klokkan 20. 

Í Manchester eru tað stórfeløg, sum hittast. City hevur sitið á enskum fótbólti seinastu árini, men í Champions League hevur tað haltað nakað. Einasta finaluluttøkan higartil var í 2021. Tá var Chelsea omaná í finaluni móti liðnum hjá Guardiola, og var tað Thomas Tuchel, ið stóð á odda. 

Týskarin hevur fyri stuttum tikið við í Bayern München, eftir at Julian Nagelsmann varð uppsagdur. Í Bundesliguni skal hann royna at halda Borussia Dortmund burtur frá 1. plássinum - stóra uppgávan er Champions League. Fyri at Bayern skal basa Manchester City er neyðugt millum annað at tálma Erling Braut Håland yvir tveir dystir. Hann er toppskjútti í kappingini við tíggju málum. Útgangsstøðið eftir dystin í kvøld, kann gerast sera týðandi.

[object Object]
Thomas Tuchel er nú í Bayern München og skal dystast við Guardiola og Manchester City í stríðnum um hálvfinalupláss (Mynd: EPA)

Inter Milan sendi FC Porto út í áttandapartsfinaluni. Eisini í fjórðingsfinaluni er talan um mótstøðu í Portugal, og aftur er Inter favorittur. Benfica tekur ímóti í portugisiska høvuðsstaðnum, og serliga fyri heimaliðið er fyrsti dysturin týðandi. Nógv bendir á, at eitt italskt lið verður at síggja í Champions League í ár.

Champions League fjórðingsfinalur (fyrru)
Í kvøld, týsdagin 11. apríl

20.00: 
Manchester City - Bayern München
Benfica - Inter Milan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder