Seinnu áttandapartsfinalurnar í Champions League fara nú í gongd, og um 22-tíðina - ella nakað seinni í kvøld - kenna vit tvey tey fyrstu liðini, sum vera við í lutakastinum til fjórðingsfinalurnar.
Benfica vann 2-0 í Belgia fyri tjúgu døgum síðani, og liðið hjá Roger Schmidt skal gera arbeiði liðugt á flotta Estadio da Luz í Lissabon í kvøld. Tað skal veruliga eitt megnararbeiði til, um Club Brügge skal spæla seg víðari.
Chelsea hevur bert vunnið tveir út av tólv dystum í 2023, og liðið ið hevur brúkt nærum óteljandi milliónir uppá spælarar hetta kappingarárið, hevur skorað fýra mál samanlagt í ár.
Chelsea-spælararnir kundu fegnast um eitt mál í vikuskiftinum - tað er ikki oftari enn so (Mynd: EPA)
Ein kærkomin 1-0 sigur móti Leeds kom í hús í vikuskiftinum, men Borussia Dortmund hevur vunnið allar sínar tíggju dystir í ár og kemur til Stamford Bridge við einari 1-0 leiðslu frá fyrra dystinum.
Harvið skal liðið hjá Graham Potter skorað minst einaferð fyri at hava ein møguleika at koma víðari. Tað er ósannlíkt, at Chelsea kemur í topp-fýra í Premier League, og er Champions League ein møgulig bjarging fyri kappingarárið.
Champions League áttandapartsfinalur - seinnu dystirnir
7. mars
Chelsea (0) - Borussia Dortmund (1)
Benfica (2) - Club Brügge (0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald