Hondbóltur

Fyrstu venjingarnar við Ágúst

SMS-deildin liggur still í vikuskiftinum; hetta er tí, at nýggi landsliðsvenjarin hevur venjingar við einum bruttohópi.

Kári Garðarsson, ið venur málverjarnar, hjálparvenjarin, Sophus Dal Christiansen og høvuðsvenjarin, Ágúst Jóhansson, til venjing í Vestmanna
(Mynd: hsf.fo)

Kári Garðarsson, ið venur málverjarnar, hjálparvenjarin, Sophus Dal Christiansen og høvuðsvenjarin, Ágúst Jóhansson, til venjing í Vestmanna (Mynd: hsf.fo)

2018-09-30 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssambandið setti fyrr í ár nýggjan venjara at standa á odda fyri kvinnulandsliðnum. Talan er um 41-ára gamla íslendingin, Águst Jóhansson.

Tað er ein venjari við nógvum royndum á hægsta stigið. Millum annað hevur hann staðið á odda fyri kvinnulandsliðnum hjá Íslandi, ið spældi seg til HM í 2011 og EM í 2012. Ágúst hevu eisini verið venjari í fremstu deildunum í Danmark og Norra, og umframt uppgávuna sum føroyskur landsliðsvenjari, venur hann besta kvinnuliðið hjá Vali í løtuni. 

Hetta vikuskifti er fyrsta landsliðsavning undir nýgga venjaranum. Hópurin, ið telur 22 leikarar, hevur havt fleiri venjingar. Hetta er sum liður í fyrireikingunum til HM-undankappingina, sum verður í Sveis 30. november til 2. desember, har Føroyar eru í bólki við Sveis, Litava og Finnlandi.

Orsakað av venjingunum eru eingiri dystir í fremstu kvinnudeildini, SMS-deildini, hetta vikuskifti. 

Umframt Ágúst er málmansvenjari komin úr Íslandi. 

Bruttohópurin:
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild á Heygum, VÍF
Margit W. Fríðmundsdóttir, Neistin
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Ninna Johansen, Aalborg HK
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Siw Matras, TMS Ringsted
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil
Anja Eliasen, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Haukur
Heidi Maria Akselsen, VÍF
Liljan Djurhuus, VÍF
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Halla Midjord, VÍF
Agnas Olsen, VÍF
Daniella Joensen, VÍF
Tóra Eliasen, Stjørnan
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Durita Toftum Joensen, H71
Marita Mortensen, H71

Kelda: HSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder