Í G19-finaludystinum millum SÍ og KÍF eydnaðist tað aftur SÍ at vinna gull. Sostatt vunnu sørvingar allar tríggjar dystir í Trongisvági í gjár.
Fyrsta settið var merkisvert, tí eftir at SÍ hevði hevði ført 9-1 og 11-3, megnaði KÍF at javna til 12-12. SÍ legði seg aftur fýra bóltar framum, men við 20-20 var aftur javnt, og tað var tað til 23-23 tá SÍ segði her til og ikki longur og vann settið 25-23.
Eftir SÍ hevði vunnið annað sett 25-20, var aftur mest sum púra javnt í triðja setti.
SÍ førdi 7-3, men KÍF kom afturíaftur og legði seg á odda 11-9. Stutt eftir førdi SÍ aftur við trimum, men KÍF javnaði enn einaferð til 23-23. Men so gekk aftur sum í fyrsta setti, og SÍ vann 25-23 og dystin 3-0. Og sostatt fór enn eitt føroyameistaraheiti til Sørvágs.
Bestu leikarar vóru Eva Gunn Niclasen hjá SÍ, og Marita Thorkildshøj hjá KÍF.
Eva Gunn Niclasen, og Marita Thorkildshøj (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Í dag og í morgin eru aftur fleiri FM-finaludystir á skránni í teimum yngru deildunum í flogbóltskappingini. Til ber at fylgja við her.
Skráin
Leygardag 27. mars:
Kl. 10:00 KU: SÍ - KÍF
Kl. 12:00 D17: SÍ - TB
Kl. 14:00 G16: SÍ - TB
Kl. 16:00 MU: SÍ - Fleyr
Sunnudagur 28. mars:
Kl. 14:15 G12: Mjølnir - Dráttur
Kl. 15:45 D12: TB - SÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald