2018-12-28 11:41
Í Vági verður nógv gjørt burturúr nýggjárinum, og í rørslufelagnum Hvistuni eru tey eisini hesa tíðina sera virkin, tí næstu dagarnar stíla tey fyri tveimum sera hugnaligum tiltøkum.
ABC-fyri sálarheilsu
Undir heitinum at vera VIRKIN SAMAN, bjóðar Hvistan í dag til hugnaligt kondibingo mitt í Vági, har luttakararnir koma út at ganga, trilla, renna ella súkkla, samstundis sum tey spæla bingo - tó uttan at skunda sær. Hetta er á mangan hátt gott, tí her fæst frísk luft, samvera, rørsla og hugni alt í einum. Tað seramerkta er, at ein kann koma tá ið tað liggurmeðan tiltakið er í dag, og so fer ein henda stutta og góða túrin og er ein heppin, so vinnur ein eisini ein góðan vinning.
Nýggjársaftansmorgun hevur Hvistan aftur tiltak, tá ið árliga Kirkjurenningin er á skránni, og er hetta 9. árið at runnið, gingið, trilla ella súkkla verður millum Vágs Kirkju og Porkeris Kirkju.
- Hvistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald