Fótbóltur

Gango nýggjur málmansvenjari í Tromsø

Ungarin er eftir 13 ár í Føroyum farin til Norra, har spennandi avbjóðing er fyri framman.

Andras Gango - her eftir at hann hevði gjørt sáttmála sum málmansvenjari hjá NSÍ
(Mynd: nsi.fo)

Andras Gango - her eftir at hann hevði gjørt sáttmála sum málmansvenjari hjá NSÍ (Mynd: nsi.fo)

2019-03-09 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuni skrivaði nordlys.no, ið er stórt miðlahús í Tromsø, at Andras Gango er nýggjur málmansvenjari hjá Trømso IL. Felagið spælir í bestu norsku deildini.

Gango umboðaði seinast NSÍ sum leikari. Fyrst í januar kunngjørdi felagið, at hann fór at vera partur av toyminum rundanum besta liðið sum málmansvenjari í 2019 saman við Jens Martini Kundsen, umframt at hann fór at venja málverjarnar í ungdómsdeildini. 

Nú hevur 35-ára gamli ungarin, ið kom til Føroya í 2006 at verja málið hjá ÍF, tikið av nýggjari avbjóðing í Noregi. 

Andras Gango er í gongd við hægstu málmansútbúgvingina hjá UEFA. Hann kemur framvegis at vera málmansvenjari hjá U21 landsliðnum hjá Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder