Fótbóltur

Gekk ikki hjá Geza og Grimsby í dramatiskari play-off hálvfinalu

Eydnaðist at bjarga sær longda leiktíð, men eftir stórt verjumistak kundi Salford avgerða og spæla seg til Wembley. Harvið er kappingarárið hjá føroyska landsliðsmiðvallaranum í Onglandi av.

Hetta var ikki tann besti dysturin hjá Geza David Turi, sum varð skiftur út eftir ein tíma. Men føroyski miðvallarin hevur spælt fast og bergtikið síðani á jólum, og hann varð kosin dagsins spælari hjá Grimsby í fyrru hálvfinaluni - eisini í FA Cup móti Wolves hiðani myndin er frá (Mynd: Grimsby Town)

Hetta var ikki tann besti dysturin hjá Geza David Turi, sum varð skiftur út eftir ein tíma. Men føroyski miðvallarin hevur spælt fast og bergtikið síðani á jólum, og hann varð kosin dagsins spælari hjá Grimsby í fyrru hálvfinaluni - eisini í FA Cup móti Wolves hiðani myndin er frá (Mynd: Grimsby Town)

2026-05-15 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein frálík seinna hálva av kappingini hjá Grimsby og Geza David Turi persónliga var ikki nóg mikið í harðauppflytingarstríðnum í fjórðbestu ensku deildini.

Grimsby vann seg í play-off hálvfinaluna. Vinnarin hiðani skal seinni í mai spæla finalu um uppfluting til League One - á sjálvum Wembley-leikvøllinum.

Salford vann fyrru hálvfinaluna, sum var í Grimsby, 2-1. Og tá Salford í kvøld legði seg á odda, so var brekkan tung hjá Geza og teimum.

Men við málum í 74. og 78. minutti syrgdi føroyingafelagið í League Two livdi í vónini; og at longd leiktíð var neyðug.

Har fekk felagið, har eigarnir eru spælarar úr kenda "Class of 92" hjá Manchester United einasta málið. Og Paul Scholes og Nicky Butt kundu stórfegnast saman við meginpartin av teimum 5.000 áskoðarunum á Peninsula Stadium, tá Kallum Casey í 117. minutti kundi gagnnýta stórt Grimsby-verjumistak.

2-2, 4-3 samanlagt og hetta gjørdist endaliga úrslitið. Harvið skal Salford skjótt spæla beinleiðis finalu um uppflyting, meðan Geza og Grimsby verða verandi í fjórðbestu deildini.

Hetta var ikki tann besti dysturin hjá Geza David Turi, sum varð skiftur út eftir ein tíma. Men føroyski miðvallarin hevur spælt fast og bergtikið síðani á jólum, og hann varð kosin dagsins spælari hjá Grimsby í fyrru hálvfinaluni.

Harvið hevur gøtumaðurin við góðu teknisku førleikunum fingið fótin fyri seg í Onglandi. Geza Turi hevur eisini sáttmála við Grimsby Town næsta kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder