Annað

Gekk ikki sum ætlað

Elisabet Vang endaði á 9. plássið av 12 í fitnesskapping í USA.

(Mynd: Elisabet Vang / Instagram)

(Mynd: Elisabet Vang / Instagram)

2022-10-02 09:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Elisabeth Vang hevur um vikuskiftið luttikið í altjóða IFBB Pro kapping í Virginia í USA. 

Hetta var fyrsta kappingin hjá 24 ára gomlu havnargentuni í ár, og tað gekk ikki akkurát sum ætlað, skrivar hon á Instagram, nú drúgva heimferðin er byrjað

- Níggjunda pláss út av 12. Eg sigi tað sum tað er, og tað geri eg eisini hesuferð. Eg hevði ætlað at komið víðari. Eri eg skuffað? Ja, men eg kann ikki gremja meg. At tapa til betri vakstrarlag er rættvíst og í ordan, skrivar Elisabet Vang millum annað á Instagram.

Hon greiðir frá, at afturmeldingar vóru frá dómarunum, og nú er tíð at fara í arbeiðshandskarnar við meira tíð í venjingarhølunum.

Elisabet Vang vann í fjør kappingina Bikini Overall Pro Qualifier í Noreg í fjør, og harvið heitið sum pro atlet og at kappast millum tey bestu.

Hetta er triðja kappingin hjá henni í IFBB Pro League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder