Í morgin fáa víkingarnir sína størstu roynd higartil í ár. Oddaliðið í Betrideildini kom víðari úr 1. umfari í Conference League við samanløgdum 3-1 sigri á Liepaja úr Lettlandi. Nú skal liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen spæla móti Gent á útivølli.
- At vera úti í Europa og spæla er altíð stuttligt og gevur nakað eyka, tí man veit ikki hvørjar uppgávur, man fer at fáa. Nú móti Gent eru vit greiðir yvir, at vit møta einum liði, sum er væl størri enn Víkingur. Men av tí sama gevur tað okkum nakað eyka; at man hevur møguleikan at skapa eitt stórt úrslit, sum eingin væntar. Vit eru spentir til uppgávuna, og tað ger nakað eyka hjá mær, og fleiri øðrum á liðinum, at hetta er fyrstu ferð, vit spæla á einum so stórum stadion.
Hetta segði Ari Olsen við Portalin fyrr í dag um støðun hjá Víkingi og at sleppa at spæla slíkan dyst.
Leikvøllurin hjá Gent tekur umleið 20.000 fólk. Nakrir føroyingar verða til staðar, meðan nógv fara at fylgja við í Føroyum.
Nú er greitt, hvar Gent - Víkingur kann síggjast. Víkingur upplýsir, at dysturin verður stroymdur á solidsport.com.
Hetta verður fyri eitt gjald. Tað er ikki endaliga greitt, hvat hetta verður.
UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dystirnir
Í morgin, hósdagin 25.07
19.00: KAA Gent - Víkingur
Stroyming: solidsport.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald