2021-03-29 07:32
Sunnudagin var aftur FM-flogbóltur á skránni í Trongisvági, og í G-12 dystinum millum Mjølnir A og Dráttur A, fóru klaksvíkingar við sigrinum.
Eftir eina trilvandi byrjan, har Mjølnir fór frá 6-3 til 14-3 áðrenn settið var vunnið 25-11, kom Dráttur sera sterkt aftur í øðrum setti og vann tað 25-20.
Í javnbrótaranum gekk javnt á til 5-5, tá Mjølnir dróg frá og vann 15-7. Sostatt gjørdist tað ein 2-1 sigur til Mjølnir.
Bestu leikarar í finaluni vóru Elisabeth Nattestad úr Drátti, og Margreta í Buð hjá Mjølnir.
Elisabeth Nattestad og Margreta í Buð (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald