Fótbóltur

Genturnar til Litava og Moldova

Lutakast hevur verið í sambandi við EM-undankappingarnar í mars og apríl komandi ár.

(Mynd: UEFA.com)

(Mynd: UEFA.com)

2024-12-07 13:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Fríggjadagin var lutakast um, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum, sum verða í mars og apríl mánað komandi ár.

U17 genturnar komu í bólk B5, og har skulu Føroyar møta Írlandi og Litava. Kappingin verður í Litava frá 12. til 15. mars.

Fyri U17 genturnar er undankappingin í mars samstundis góð fyrireiking til EM-endaspælið, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.

Lutakastið hjá U19 gentunum háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu komu í bólk B2, og har skulu vit møta Estlandi, Kýpros og Moldova. Kappingin verður í Moldova í døgunum 1. til 7. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder