Í gjárkvøldið kunngjørdi EB/Streymur, at felagið hevur longt við ein av leikarunum, ið helst fer at fáa ein lyklaleiklut komandi ár. Talan er 24-ára gamla Gest Bogason Dam.
Gestur spældi ungdómsfótbólt í felagnum, men var síðani nøkur ár í B36, har hann var við til at vinna FM í 2015. Áðrenn kappingarárið 2018 skifti hann aftur til EB/Streym. Hann spældi 28 dystir í fjør og skoraði 3 mál. Gestur var, saman við málmanninum Róa Zachariassen, tann ið leikti flestar minuttir hjá EB/Streymi í fjør.
Gestur Bogason Dam kann røkja flestu plássini á vøllinum, men spælir mest sentralt á miðvøllinum. Tilsamans hevur hann leikt 96 dystir í Betrideildini og skora 10 mál. Gestur hevur umboðað føroyska U21 landsliðið níggju ferðir; har skoraði hann eitt mál - tað var á útivølli ímóti Týsklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald