Fótbóltur

Gevst sum sum venjari hjá B36-kvinnum: Tekur helst yvir í TB

Tummas Erling Djurhuus er givin sum venjari hjá B36-kvinnum, og nógv bendir á, at hann um stutta tíð verður kunngjørdur sum høvuðsvenjari í TB.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-24 13:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv bendir á, at TB kunnger nýggjan høvuðsvenjara um stutta tíð. Bolt.fo setti í gjárkvøldið kvinnuvenjaran hjá B36 í samband við høvuðsvenjarastarvið í TB.

Í dag boðar B36 frá, at Tummas Erling Djurhuus gevst sum venjari hjá besta kvinnuliðnum í felagnum.

Tummas Erling Djurhuus gevst í venjarastarvinum hjá B36 beinanvegin, og 4-0 sigurin á EBS/Skála í gjár var tí síðsta uppgávan hjá honum í felagnum á hesum sinni.

Hetta inniber, at Betri kvinnur skulu hava nýggjan høvuðsvenjara, og tað arbeiðið er í gongd, sigur B36.

Ætlanin var annars, at Zoran Palvovic skuldi verða venjari hjá TB, men loyvini og sáttmálin hjá serbanum er ikki komin ikki uppá pláss. Hann hevur annars havt venjingar og verið uttanfyri girðingina til allar dystirnar hjá TB í ár. Hann kom til landið í februar sum avloysari hjá dananum Dan Jensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder