Fótbóltur

Geza: Foreldrini máttu út at ganga túr meðan eg skeyt brotsspark

Man hevur ikki orð fyri hvussu sjúkt hatta var, sigur Geza David Turi um sigurin móti Manchester United mikukvøldið. Hoyr samrøðu við Grimsby-spælaran.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-28 14:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Hatta var sum steypafinalurnar tá Víkingur vann og øll bara lupu inn á vøllin. Havi ikki orð fyri hvussu sjúkt tað var, sigur Geza David Turi við FM1 nú dagin eftir sigurin á Manchester United í bretsku steypakappingini.

Hann greiðir frá, at foreldrini vóru so mikið nervøs, at tey ikki kundu hyggja at dystinum.

- Mamma og babba máttu ganga túr tí tey vóru nervøs, spent og alt í senn. Tey máttu fáa fríska luft meðan eg skeyt brotsspark og skoraði móti United.

Tað gjørdist nevniliga rættiliga spennandi. Dysturin mátti út í longda leiktíð og brotssparkskapping áðrenn ein avgerð fall og tað bleiv Grimsby úr fjórðbestu deildini sum vann á Manchester United úr Premier League.

Geza David Turi skeyt eisini brotsspark og skoraði trygt.

[object Object](Mynd: Grimsby Town Football Club)

Pápi Geza David Turi, Geza Turi, spældi móti Manchester United á Old Trafford í 2002, men nú hevur sonurin munin.

- Hann hevur ofta reypað um, at hann hevur spælt ímóti United, men nú kann hann iki tað meira. Nú havi eg yvirhálað hann.

Hoyr samøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi í tíðindunum á FM1 klokkan 12.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder